Góður sjómansskapur

Norska Hurtigrutan siglir alt árið og alt samdøgrið
við ferjum fram við vøkrur, men eisini harðbalnu norsku vesturstrondini.



 



Slíkt gevur
manningini drúgvar royndir og vitan um lokalu viðurskiftini, nakað, sum tað
avgjørt var brúk fyri, tá ferjan, Nord-Norge, í farnu viku endaði í sonnum
ódnarhvirlum, tá hon skuldi leggja at í Bodø.



 



Hvirlurnar vóru
so harðar, tá ferjan var komin inn í havnina, at skiparin metti, at tað var
ógjørlig at gevast við royndini at leggja at. Niðanfyri síggja vit
sjónbandaupptøkur av tí, sum NRK hevur sett saman av hendingini.


Kelda: Maritime Danmark