Golden Ray verður skorið sundur

Bjargingarskipið úr Texas, T&T, sum skal
bjarga koppaða suðurkoreiska bilskipinum, Golden Ray, fer at saga skipið
sundur. Golden Ray koppaði nærindis Brunswick á amerikonsu eysturstrondini 9. september
í fjør.



Tá tað fyri aðru
ferð miseydnaðist at fáa skipið á rættkjøl, var staðfest, at Golden Ray má
høggast upp á staðnum.



Áðrenn arbeiðið
byrjar, verður ein umhvørvismúrur gjørdur rundandum skipið, so tað ikki fer at
dálka umhvørið í økinum.




umhvørvismúrurin er liðugur, verða stórir jarndrakarar sveisaðir á síðuna á
Golden Ray, og eitt flótiskap við einari veldugari sag verður sett uppi yvir
skipinum. Síðan verður tað spakuliga skorið í stykkir. So hvørt sum ein “flís”
verður skorin av skipinum, verður hon lyft uppá ein prám, sum siglir til lands
við hesum, har tað verður endaliga upphøgt.



Tapið av skipinum
– og lastini uppá 4.000 bilar, fer væntandi at koma upp í 200 milliónir
dollarar.



 



Kelda: Maritime
Danmark