Gongd aftur á ferðsluni millum Danmark og Týskland

Vánaligastu vikuna undir koronakreppuni flutti Scandlines bara 955 bilar á farleiðini millum Rødby-Puttgarden og Gedser-Rostock. Nú er ferðslan ferðfaldað, síðan latið varð uppaftur fyri týskum ferðafólkum til Danmarkar – og sostatt eisini til Føroya.

 

“Tað hevur verið ein góð vika fyri Scandlines, og eitt keðiligt vár er avloyst av ja-ligheit. Vit eru ikki uppi aftur á sama stigi sum eitt vanligt summar, men ferðafólkini byrja nú at venda aftur, og vit vóna, at tað heldur fram út á summarið,” sigur Søren Poulsgaard Jensen, forstjóri í Scandlines.

 

Reiðaríið flutti 18.640 bilar á teimum báðum farleiðunum fyrstu vikuna, sum latið varð uppaftur fyri ferðafólki.

 

“Ferðafólkini vóru tilreiðar í somu løtu, sum bummarnar vórðu latnir upp, og tað er deiligt at síggja, at tey aftur byrja at fylla ferjurnar. Tilmælini í samband við korona broytast nærum hvønn einasta dag, og um kravið um seks gistingar í Danmark eisini verður burturbeint, kunnu ferju- og ferðafólkareiðaríini bjarga einum parti av háárs-ferðafólkatíðini,” sigur Jacob K. Clasen, stjóri fyri vinnulívspolitikk- og greining hjá Donskum Reiðaríum.

 

Kelda: Donsk Reiðarí og Maritimedanmark