Heilsumál søguliga høgt raðfest í fíggjarlógini 2020


















Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo
Holm Johannesen fegnast um hækkanina á fíggjarlógini til heilsuøkið. Tað er ein
søguliga høg hækking, sum er sett av á fíggjarlógini til heilsuøkið, tann
størsti vøksturin tey seinastu 10 árini.



Samlaða
játtanin til heilsumál verður í 2020 um 1,4 mia. kr., í mun til uppruna
fíggjarlógina fyri 2019 til heilsumál, sum var 1,27 mia. kr. – ein hækkan
á  tilsamans um 130 mió. kr., ella um 10% í mun til uppruna játtanina fyri
heilsumál í fíggjarlógini 2019.



Landsstýrismaðurin
sigur, at fyri málið um viðgerðartrygd, er hetta ein góð byrjan og ein
hornasteinur í ætlanini at lyfta støðið hægri og stytta bíðitíðirnar hjá
sjúklingum mest møguligt.



Mítt mál
sum landsstýrismaður er, at fólk bíða sum minst eftir at koma í viðgerð. Økir,
sum hava serligt fokus í 2020, eru millum annað, at tað verður sett á stovn ein
ADHD viðgerðarstova, sum er til fólk við serligum sálarligum avbjóðingum, eins
og ein skipan við ókeypis sálarfrøði til tey 15-35 ára gomlu.



Landsstýrismaðurin
fegnast um, at játtanin til útbúgving er hækkað. Millum annað verður settur ein
samskipari at góðskutryggja útbúgvingina av kommunulæknum. Játtan er somuleiðis
sett av til, at tilgongdin av serlæknum í sjúkrahúsverkinum kann halda áfram.



Onnur
ítøkilig átøk, fyri at minka um bíðilistarnar eru, at virksemið í sambandi við
MR skannaran verður víðkað, so at skannarin verður mannaður ein størri part av
degnum. Harumframt verður talið av læknaskrivaranæmingum økt, og sett verður
eitt starv til at førleikamenna yngri læknar til høvuðsútbúgving innan
narkosuøkið (anæstesi).



Sum
nevnt omanfyri, so er ætlanin at byrja við nøkrum økjum viðvíkjandi
viðgerðartrygd.



Týðandi
fyri viðgerðartrygd er at fáa gjøgnumskygdar felags bíðilistar fyri sjúkrahúsverkið.
Tí er millum annað KT-økið í sjúkrahúsverkinum raðfest frammarlaga. Neyðug
tøknilig amboð krevjast fyri at fáa gjøgnumskygdar bíðilistar.



Landsstýrismaðurin
sigur, at hann fer at fylgja gongdini neyvt og leggur dent á, at heilsuverkið
skal rekast og samskipast skynsamt. Samantvinningin av sjúkrahúsverkinum er ein
sólskinssøga, har ein felags leiðsla tryggjar eitt gott og sterkt samstarv. Tað
er umráðandi, at tilfeingið í sjúkrahúsverkinum verður gagnnýtt á bestan hátt
fyri at fyribyrgja óneyðugt dupult virksemi.



Landsstýrismaðurin
leggur dent á, at økið framhaldandi verður ment og fegnast um góðu gongdina at
samansjóða sjúkrahúsverkið, so tilfeingið verður gagnnýtt best møguligt.



Kelda:
Heilsumálaráðið