Heimsins fyrsta CO2 nevtrala reikferðaskip

Norska reiðaríið, Northern Xplorer, sum rekur reikferðaskip, letur nú byggja eitt CO2-nevtralt reikferðaskip. Heimsins fyrsta CO2-nevtrala reikferðaskip skal smíðast á portugisisku skipasmiðjuni West Sea í býnum Viana do Costello norðan fyri Porto, og skal latast eigarunum í 2025/26.

 

Reikferðaskipið, sum fer at hava pláss fyri 250 ferðafólkum, verður útgjørt við ravmagns-framdrátti, sum ABB letur gera – aftrat einum ravlaðspakka og brintsellum. Skipið fer fyrst og fremst at sigla í norsku firðunum og sjóøkjum nærindis norsku firðirnar.

 

- Hetta er ein varði á leið okkara móti CO2-fríum reikferðaskipum, sigur Rolf André Sandvik, CEO og stovnari av Northern Xplorer.

 

Reikferðaskipið, sum fyribils hevur arbeiðsheitið “MM130, verður 130 metrar langt, fer at hýsa 250 gestum í 125 kahúttum.

 

Kelda: Maritimedanmark