Heimsins fyrsti skipstunnil byggjast í Norra


Út fyri býnum Stad í Sognefjørðinum ætla norðmenn at byggja heimsins fyrsta skipstunnil, ið skal tryggja, at skip koma trygt ígjøgnum vandamikla farvatnið har á leiðini.



Tunnilsverkætlanin er tann fyrsta av sínum slag í heiminum, og tunnilin verður 1,7 km langur, 37 metrar høgur og 26,5 metrar breiður.



2,2 mia. krónur eru settar av til tunnilsverkætlanina undir navninum Stad Ship Tunnel.



Verkætlanin er partur av almennu norsku flutningsætlanini, ið gongur frá 2014 til 2023, og sum norska stjórnin fíggjar.



Arbeiðið at gera skipstunnilin byrjar í 2019, og hann skal veraliðugur í 2023.

Kom við á virtuellan royndartúr niðanfyri ígjøgnum tunnilin:

 



Kelda: shippingwatch.dk/soefart.dk