Heimsins størsta bingjuskip er komið til Evropa

HHM Algeciras, sum kann ferma útvið 24.000 bingjur, kom í farnu viku til Evropa úr Kina á jómfrúferð síni. Skipið kom til Rotterdam mikudagin í farnu viku, og fór leygardagin víðari til Hamburg.

 

Mikudagin kom HMM Algeciras til evropisku stórhavnina í Rotterdam. Her skuldi tað koyra fleiri bingjur í land, áðrenn tað leygardagin suldi halda leiðina fram móti Hamburg í Týsklandi. Skipið kom til Hamburg sunnudagin.

 

Skipið lastar slakar 24.000 bingjur, og tá rokna vit við 20-fóts-bingjum (teu). Skipið er sostatt eitt vet størri enn skipið, sum higartil hevur havt metið, MSC Gülsün, sum tekur 23.756 teu.

 

Á fyrstu ferð síni hevur HMM Algeciras nakað omanfyri 19.600 bingjur umborð.

 

Tað er suðurkoreiska reiðaríið, HMM, sum hevur tætt samband við suðurkoreiska statin, ið eigur HMM Algeciras.

 

Kelda: Shippingwatch