Herurin skal steðga havna- og tollmutri í Meksiko

Fyri at steðga - ella í minsta lagi avmarka mutri í sambandi við havna- og tolleftirlit í Meksiko, arbeiðir landsins forseti við at seta herin inn at yvirtaka eftirlitið á hesum økinum. Tað hendir, eftir at tað er komið fram, at meksikonsk kartell hava sett síni egnu fólk í lyklastørv í sjóvinnuídnaðinum at hava eftirlit við flutningi av góðsi inn og út úr meksikonskum havnum.

 

Týski miðilin, Deutsche Welle, skrivar, at eitt lógaruppskot er komið í meksikanska tingið, sum skal loyva forsetanum at seta herin inn. Miðilin endurgevur eisini vísindamannin og granskaran, Raul Benitez Manaut, sum arbeiðir í “Centro de Investigaciones sobre America de Norte (CISAN)” fyri at siga, at tað er væl kent í Meksiko, at ógvulsligt mutur fer fram í farmaflutningi, sum kemur inn og fer úr meksikonskum havnum.

 

Brotsmannalið í Meksiko hava breitt seg frá rúseiturhandli, morði og ræning til eisini at fevna um atgerðir, sum kunnu tykjast lógligar, til dømis havnararbeiði og húsamekling.

 

Ætlanin hjá forsetanum, Andres Manuel Lopez Obrador, er at skifta leiðandi fólk, sum arbeiða á hesum økinum, út við fólk í herinum. Hildið verður, at fólk úr herinum sum heild eru truplari at mutra en onnur.

 

Kelda: Maritime Exesutive