Suðurkoreiska HMM fer at økja bingjuskipakapesitetin við 50 prosentum komandi fimm árini – úr 820.000 TEU upp í 1.200.000 TEU í 2026.
Turrlastkapasiteturin hjá hesum koreiska stórreiarínum skal vaksa, samstundis sum flotin skal hava ein grønari profil.
HMM, sum er størsta reiðaríið í Suðurkorea, hevur í dag ein flota upp á 29 turrlastskip. Næstu fimm árini skal hesin flotin vaksa upp í 55 skip.
Tað fer at krevja eina íløgu upp á meira enn 60 milliardir krónur, siga greinarar.
Kelda: Business of Korea