Hundraðtals uppsagnir á veg í norsku oljuvinnuni


Statoil fer møguliga at skerja talið á starvsfólkum við 500 næstu trý árini, skrivar Stavanger Aftenblad sambært TDN Finans. Samstundis boðar Shell Norge frá, at tað fer at senda 231 fólk til hús, skrivar Aftenposten.



Statoil hevur tikið avgerð um at skerja starvsfólkatalið við 350, váttar oljufelagið. Statoil vónar at kunna fremja sparingarnar við natúrligari frágongd.



Sambært fakfeløgunum ætlar Statoil umframt tey 350 at senda 212 fólk aftrat til hús.



Statoil hevði í roknskapi sínum fyri fjórða ársfjórðing í 2016 eitt nettoundirskot upp á 40 mió. dollarar. Oljufelagið hevði í ársfjórðinginum niðurskrivingar upp á 2,3 mia. dollarar.



Shell Noreg sigur í eini fráboðan, at tað fer at senda 231 fólk til hús, skrivar Aftenposten.



Kelda: shippingwatch.dk