J. Lauritzen flaggar út úr Bretlandi


















Danska reiðaríið, J. Lauritzen, hevur gjørt av at lata gass-tangaskipið,
Kathrine Kosan, flagga út úr bretsku skipaskrásetingini, og fer nú inn í DIS.
Fleiri onnur reiðaríir hava seinastu tíðina flaggað út úr bretsku
skipaskrásetingini - bæði orsakað av trygdarstøðuni í Persaflógvanum og orsakað
av Brexit.




Átta tangaskip og ein
bulkari eru farin úr bretsku skipaskrásetingini seinastu tríggjar vikurnar í
kjalarvørrinum á vaksandi ótryggleikanum hjá skipum við bretskum flaggi, sum
sigla gjøgnum Hormuzsundið í Persaflógvanum.




Seinasta skipið, sum er farið úr bretsku
skipaskrásetingini, er 11.787 dwt stóra LPG-tangaskipið, Kathrine Kosan. Tað
var eisini eitt av fyrstu skipunum, sum var noytt at verða í Persaflógvanum,
eftir at iranska kollveltingarhirðin legði hald á Stena Impero. Skipið liggur
nú fyri akker út fyri Jubail í Saudiarabia.




- Sum eitt danskt skrásett felag, sum arbeiðir undir
donskum skattareglum, at tað politikkurin hjá J. Lauritzen at stuðla ”Dansk
Internationalt Skibsregister” (DIS), tá vit halda tað vera rætt. Seinastu árini
hava vit skrásett seks gass-tangaskip undir DIS, sigur felagið við Lloyds List.




Seinastu útflaggingarnar úr bretsku skipaskrásetingini
koma aftaná stóra fallið í talið á skipum í bretsku skipaskrásetingini, sum
Brexit er beinleiðis orsøk til.




Seinastu 12 mánaðirnar eru 145 handilsskip flaggaði út
úr bretsku skipaskrásetingini, teirra millum eru skip hjá CMA CGM og Wallenius
Wilhelmsen.




Kelda: Lloyds List/Shippingwatch