Japan ger ferju tilreiðar til corona-smittaðar japanarar


















Japanska verjumálaráðið hevur gjørt eina leigaða
ferju klára at taka ímóti japanskum ríkisborgarum, sum koma heim úr Kina
miðskeiðis í coronavirus-vørrinum. Samstundis halda avleiðingar av
coronavirusinum fram at breiða seg til allar partar av shippingvinnuni.



 



Japanskir
myndugleikar taka ongi óráð fyri í sambandi við niðurberjanina og útbreiðsluna
av coronavirusinum, sum fyribils hevur rakt í minsta lagi 25.000 fólk í Kina.
Fleiri miðlar vilja vera við, at veruliga talið av smittaðum eru fleiri
hundraðtúsund bara í Kina.



 



Sum ein hátt at
forða fyri at sjúkan breiðir seg í Japan, fara myndugleikarnir at nýta ferjuna,
Hakou, sum hevur 95 kømur, sum karantenuskip til japanesar, sum koma úr
kinesiska Wuhan-landslutinum, har virusurin byrjaði, skrivar World Maritime
News.



 



Forstjórin í risa
krússkipa-reiðarínum, Royal Caribbean, hevur kallað coronavirus-sóttina sum
avgjørt ein hin størsta avbjóðingin yvirhøvur, men hann torir ikki at gita um
avleiðigarnar fyri krús-vinnuna.



 



Umborð á
reikferðaskipinum, Diamond Princess noyðast 3.700 ferðafólk og manning at finna
seg í einar longdari ferð, tí skipið liggur 14 dagar í karantenu út fyri
Yokohama, eftir at 10 fólk umborð eru smittað við vandamikla virusinum.



 



Kelda: Maritime
Danmark / World Maritime New