Laksaruta hjá Smyri Line heldur fram

Verkætlanin “Laksaruta” er pilotfarleið millum Rørvik/Hitra í Noregi, og sum nú verður eitt fast tilboð frá 1. oktober. Ætlanin er at hava tvær fráferðir um vikuna, og tað er Smyril Line, sum fer at halda fram at røkja rutuna.

 

Væntandi verða eini 350.000 tons av feskum fiski, frukt og grønmeti flutt av veganetinum frá Mið-Noregi til marknaðin í Evropa - á sjógv. Talan er um eina ro-ro-farleið hjá Smyril Lime Cargo.

 

- Í ár fingu vit lutfalsliga fáar, men góðar umsóknir um stuðul. Av trimum stuðulsumsóknum vórðu tað ætlanirnar hjá ávikavist DFDS og Smyril Line, ið luku treytirnar, sigur Thor Vartdal, deildarleiðari í norsk “Kystverket”.

 

DFDS Logistics AS fær fíggjarligan stuðul til eina nýggja farleið millum Oslo og Hirtshals, meðan Smyril Line Cargo fær stuðul at halda fram við eini farleið til fiskaflutning, serliga feskan laks, frá Mið-Noregi á evropiska marknaðin.

 

Verkætlanin hjá Smyril Line hevur heitið “Laksarutan”. Hendan ætlanin verður nú broytt frá at hava verið ein royndarætlan at vera ein varandi farleið frá 1. oktober 2021.

 

- Við avmarkaðum tali av umsóknum eru vit nøgd við okkara part, og síggja fram til, at ætlanirnar gerast veruleiki, sigur Thor Vartdal.

 

Kelda: Maritimt