Landnyrðingsleiðin hevur sett nýtt met

Við 34 milliónum tonsum setur Landnyrðingsleiðin nýtt met í ár við einari framgongd upp á 1 millión tons, hóast leiðin frysti fyrr í ár enn væntað.

 

Framgongdin seinastu fimm árini hevur verið 350 prosent.

 

Tað er serliga natúrgassflutningur og flutningur av oljuúrdráttum, sum lyftir mongdirnar, men samstundis verður sagt, at økingin snýr seg í veruleikanum um øll vørusløg.

 

Russland hevur gjørt stórar íløgur í at gera Landnyrðingsleiðina til ein eyka flutningsveg millum Evropa og Asia. Íløgurnar eru gjørdar í ísbrótarar, nýggjar havnir og í eyka trygdartilbúgving.

 

Russland hevur sett sær sum mál at koma upp á 80 milliónir tons av góðsi í 2024 og 110 milliónir tons í 2030.

 

Størsti parturin av skipum, sum fóru gjøgnum Landnyrðingsleiðina í 2021 vóru úr øðrum londum enn Russlandi.

 

Kelda: Maritimedanmark