Landsstýrismaðurin hevur sett varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverkið


















Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo
Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Tummas í Garði sum varastjóra við
læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.



Tummas í
Garði er 61 ára gamal, var útbúgvin lækni frá Københavns Universiteti í 1990 og
gjørdist serlækni í anæstesi í 2002.



Hann
hevur drúgvar royndir sum yvirlækni í anæstesi umframt leiðsluroyndir frá
starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum árini 2005-2013. Seinastu 6
árini hevur Tummas starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.



Tummas í
Garði tekur við starvinum tann 1. februar 2020.


Kelda: Føroya landsstýri