Libya heldur norðurkoreanskum oljutangaskipi aftur

Libyskir myndugleikar
siga, at teir halda einum norðurkoreanskum tangaskipi aftur, sum hevur lastað
olju í einum umráði í landinum, sum uppreistrardeildir hava valdið á.
 



Ein talsmaður
fyri almenna oljufelagið í Libya sigur, at tangaskipið varð steðgað, tá tað
royndi at fara úr Libya við tí, hann kallar eini ólógligari oljulast úr eini
havn, sum er undir eftirliti av uppreistrarmonnum. Ongin skaði er gjørdur á
skipið, verður upplýst.



Skipið hevur
fingið boð um at fylgja við til eina aðra havn har vesturi í Libya, verður sagt.



Ein talsmaður
fyri uppreistrarmenninar sigur, at upplýsingarnar ikki eru sannar.



Hóttu við bumbum



Støðan var
rættuliga spent kring skipið um vikuskiftið. Libysku myndugleikarnir hóttu við
at bumba tangaskipið, sum skal hava eina last av olju umborð til eitt virði av
36 miljónir dollarum ella umleið 215 miljónir krónur.



Libyski
forsætisráðharrin Ali Zeidan gjørdi greitt, at skipið kundi verða bumbað, um
tað fór úr havnini, og libyska hermegin legði bátar í innsiglingina til tess at
forða tangaskipinum at sleppa út. Libyski oljumálaráðharrin hevur sagt, at
norðurkoreanska skipið ikki sleppur út í altjóða sjógv.



Uppreistrarmenninir
svaraðu aftur við at siga, at eitt álop á norðurkoreanska skipið fór at verða
uppfatað sum ein kríggsavbjóðing.



Hava valdið á trimum havnum



Stríðið um
oljuríkidømið í Libya er tekin um framhaldandi ófrið og ruðuleika í landinum,
eftir fallið hjá Muammar Gaddafis í 2011. Uppreistrarmenninir hava valdið á
trimum havnum í eystara partinum av landinum.



Olja er
týdningarmesta útflutningsvøran hjá Libya.