LNG í ógvusligum mótvindi


















Nógva útlátið av ágangandi vakstrarhúsgassinum,
metan, ger, at LNG í besta føri er líka skitið sum olja.



 



Alt fleiri
reiðarí ganga yvir til LNG, tá tað ræður um at minka útlátið av
vakstrarhúsgassum skjótast tilber.



 



Men fyri fleiri
sløg av motorum er kortini talan um grov sjálvmál, tí óbrent metan sleppur út í
lofthavið, tá LNG verður brúkt sum brennievni.



 



Tað sæst í einari
frágreiðing, sum ICCT – The International Council on Clean Transportation,
stendur aftanfyri. Niðurstøðan er, at um skipaferðslan vil hjálpa til við at
røkka veðurlags-málinum hjá IMO í 2050, so er LNG ikki loysning.



 



- Eg haldi, at
vit mangan foreinkla tingini, tá vit tosa um brennievni til flutning – í og við
at tað bara verður fokuserað uppá útlát frá útstoytinum. Í tí sjónarhorninum
sær LNG út at brenna reinari enn annað vanligt brennievni, men tað er ikki øll
søgan, sigur Nikita Pavlenko, sum er seniorgranskari hjá ICCT.



 



Hann sigur, at
LNG í høvuðsheitum inniheldur metan, sum tekur 86 ferðir meira hita í
lofthavinum yvir 20 ár, enn CO2 ger. Tí hava sjálvt smá frávik frá vanligu
fatanini av, hvussu nógv metan rýkur óbrent gjøgnum alla lívsringrásina - frá
brunninum í undirgrundini til útstoytið umborð á skipinum, stóra ávirkan á,
hvussu væl LNG hóskar sum brennevni í einum umhvørvisligum sjónarhorni.



 



Sambært
frágreiðingini hongur metan-útlátið, sum hendir í sambandi við forbrenningina í
motorinum umborð á skipi, tætt saman við, hvat slag av motori, talan er um.
Ringast stendur til við 4-takt-motorum, sum bæði kunnu koyra uppá LNG og
oljubaserað brennievni, tað sum eisini verður rópt “dual-fuel”.



 



Sambært ICCT er
hetta júst tað slagið av motorum, sum verða mest brúktir umborð á skipum, sum
kunnu sigla uppá LNG.



 



- Hetta er eisini
tað slagið av motorum, sum verða ógvuliga nógv brúktir í krúsvinnuni, altso
umborð á stórum reikferðaskipum.



 



Bryan Comer, sum
er senior-sjófarts-granskari hjá ICCT, sigur, at tá reiðarí og onnur feløg tosa
um at gera krús-vinnuna grønari, so sær tað kanska út sum eitt gott hugskot at
brúka LNG. Men tekur tú samlaðu ávirkanina á umhvørvið, so er LNG ongin góð
loysn.



 



Kelda: Søfart