Loyvið givið at dýpa Port of Long Beach

Ein av størstu havnunum í USA, Port of Long Beach, hevur fingið loyvi at dýpa og víðka havnina fyri 170 milliónir dollarar, tað eru umleið 1,2 milliardir krónur. Arbeiðið skal betra um trygdina hjá størri skipum.

 

Eftir drúgvar umhvørviskanningar er loyvið nú givið til útbyggingina.

 

Tá arbeiðið er gjørt, fær alt arbeiði í havnini, frá skipum til goymslur og arbeiðsfólk í havnini, at ganga nógv skjótari, og tað hevur stórar sparingar við sær.

 

Havnin í Long Beach og tað almenna í Kalifornia skulu gjalda arbeiðið.

 

The Port of Long Beach, eisini kent sum Department og City of Long Beach, er ein bingjuhavn, sum liggur tætt við Los Angeles. Hetta er týdningarmesta havnin inn til USA, her hon verður mett sum týdningarmesta sambandið millum USA og Asia.

 

- Vit hava longu havt millum heimsins størstu skip í havnini, men útbyggingin fer millum annað at hava við sær, at risa stóru bingjuskipini í framtíðini fara at hava meira rúm at manøvrera, sigur Mario Cordero, stjóri í Port of Long Beach.

 

Kelda: gCaptain