Maður dømdur fyri at leggja rørbumbur umborð á sleipibátar

Ein rættur í West Virginia hevur dømt ein mann úr Ohio í sambandi við rørbumbur, sum vórðu funnar umborð á sleipibátum í Ohio-ánni. Hann var skuldsettur í fýra førum, og hann varð dømdur sekur í øllum fýra.

 

Tað var løgverjan, sum í tveimum førum fann rørbumbur umborð á tveimum ymiskum sleipibátum, ið fluttu prámar á Ohio-ánni 21. oktober og 25. oktober í 2021.

 

Undir rættarmálinum vórðu prógv løgd á borðið, har 42 ára gamli Nathaniel Blayn Becker úr Ohio sæst keypa rør og aðrar lutir, sum skulu til at gera eina rørbumbu. Lutirnir vórðu keyptir í fýra førum í handlum tætt við, har rørbumburnar vórðu funnar umborð á sleipibátunum.

 

Kanningarfólk hjá løgregluni halda, at rørbumburnar vórðu tveittar niður í bátarnar av eini brúgv, tá sleipibátarnir sigldu undir brúnni.

 

Nathaniel Blayn Becker varð funnin sekur, og dómur fellur eftir ætlan hin 18. august 2022.

 

Ein lutur, sum líktist einari rørbumbu, var seinni funnin umborð á einum triðja sleipibáti, sum flutti prámar á Ohio-ánni 26. oktober í 2021. Hesin luturin vísti seg seinni at innihalda rottangareins, sum ikki var vandamikið. Tískil var 42 ára gamli maðurin ikki skuldsettur fyri tað.

 

Nathaniel Blayn Becker kann verða dømdur upp í 60 ára fongsulsrevsing.

 

Kelda: gCaptain