Maersk Genoa rent á danskt farmaskip


’Maersk Genoa’ rendi á farmaskipið ’Dan Fighter’ í Westerschelde-áarmunnanum týsdagin. Tað skrivar World Maritime News.



Tað 10.000 TEU stóra bingjuskipið fekk skaða á hekkuna oman fyri vatnskorpuna. Ikki er greitt, hvussu stórur skaðin á ’Dan Fighter’ var av samanstoytinum.



Ongin fráboðan er um dálking ella mistar bingjur.



Kanning av óhappinum er sett í verk.




Farmaskipið 'Dan Fighter' er undir donskum flaggi, og eigari er Venus Shipping í Vestbjerg.




'Maersk Genoa' er japanskt, men leigað av Maersk Line.



Kelda: World Maritime News/soefart.dk