Maersk hevur selt russisku deild sína

APM Terminals hevur selt sín part upp á 30,75 prosent av partabrøvunum í russiska havnafelagnum, Global Ports, til starvsfelagan ígjøgnum mong ár og núverandi medánaran, Delo Group. Einki verður sagt um prísin.

 

Maersk setti longu einar tvær vikur eftir russisku innrásina í Ukraina partabrøv síni til sølu, og nú er so eydnast at fáa handilin upp á pláss, upplýsir A.P. Møller – Maersk í eini fráboðan.

 

Sølan til Delo Group, sum russiski handilsmaðurin Sergey Shishkarev, eigur, gevur møguleika fyri at Maersk kann koma innaftur seinni.

 

Nú hevur felagið vent sær móti handlinum eystureftir.

 

Kelda: Maritimedanmark