Maersk rakt av verkføllum í Fraklandi


















Uppskotið hjá Macron um pensjónsnýskipanir hava
rakat nú raksturin hjá A.P.Møller-Maersk í Fraklandi. Orsøkin eru verkføll móti
pensjónsnýskipanar-uppskotinum. Tað skrivar heimasíðan hjá reiðarínum.



 



- Verandi verkføll
um alt landi ávirka øll sløg av flutningi, eisini “Ocean- og landservices” hjá
Maersk, verður sagt.



 



- Ein avleiðing
er, at stórur partur av netverkinum bæði í Norður- og Suðurfraklandi verður
órógvað. Royndir at samráðast og mekla í ávísum støðum eru miseydnaðar, og
tískil vænta vit uppaftur fleiri seinkingar og meira órógv, sigur A.P
Møller-Maersk á heimasíðuni.



 



Víst verður á, at
í Le Havre, sum er týdningarmesta havnin hjá reiðarínum í Norðurfraklandi,
hevur verkfall verið síðani miðskeiðis í farnu viku.



 



Boðað verður
eisini frá, at fleiri sleipibátar fara í verkfall.



 



Tískil hevur
danska reiðaríið lagt fleiri rutir um hjá fleiri skipum, og siglt verður ikki
uppá Le Havre, men til Antwerpen í Belgia fyribils.



 



Kelda:
Shippingwatch / A.P.Møller-Maersk / ritzau finans