Mærsk setur í gildi krígsviðbót


















Hendingarnar kring Hormuzsundið, har fleiri
atsóknir eru framdar móti tangaskipum, fær nú Mærsk at seta í gildi serliga
krígsviðbót uppá bingjufarm inn og út av Arabiska flógvanum.



 



Fleiri onnur
reiðarí hava eisini sett líknandi viðbøtur í gildi, men Mærsk og Hapaq-Lloyd
gera mest av við einari viðbót uppá 42 dollarar fyri 1 TEU. Til samanberingar
tekur MSC 40 dollarar fyri 1 TEU, meðan CMA CGM tekur 36 dollarar fyri 1 TEU.



 



Herverkini í
økinum hava higartil bara rakt tangaskip, sum hava ligið fyri akker nærindis
Fujairah-havnini í Sameindu Arabisku Emiratunum.



 



USA heldur uppá,
at landið kann prógvia, at tað er Iran, sum hevur framt atgerðirnar. Iran vísir
øllum skuldsdtingum aftur.



 



Kelda:
Søfart/Splash