Mærsk við nýggjari bunkarskipan í Rotterdam


















Maersk Oil Trading hevur gjørt sáttmála við Koole
Terminals í Rotterdam um at gera eitt nýtt slag av bunkara, sum inniheldur í
mesta lagi 0,5 prosent av svávuli.



 



Tað boðar Mærsk
frá í einum tíðindaskrivi.



 



Roknað verður
við, at árliga framleiðslan við nýggja bunkaranum í Rotterdam fer at liggja
millum 5 og 10 prosent av tørvinum hjá Mærsk á alheims marknaðinum. Sjálv
framleiðslan verður hjá Petrochemical Industrial Distillation (PID), sum liggur
sentralt í Rotterdam.



 



Stjórin í Maersk
Oil Trading, Niels Henrik Lindegaard, sigur, at avtalan í Rotterdam ber í sær,
at Mærsk ikki verður so tengt av at keypa kostnaðarmiklu marinegassoljuna við
0,1 prosenti av svávuli. Tann olja er nógv dýrari enn onnur olja.



 



Maersk Oil Trading
upplýsir, at tað verður eisini møguleiki at framleiða brennievni við 0,1
prosent svávulinnihaldi í Rotterdam.



 



Kelda: Søfart