MAN: Ammoniakk-rikin eind tilreiðar í 2024

MAN Energy Solutions roknar við at hava fyrsta ammoniakk-riknu maskinuna tilreiðar at selja í 2024, sigur Bjarne Foldager, sum er stjóri á tvey-taks deildini í felagnum. Deildin í Keypmannahavn fekk herfyri eina nýggja royndarmaskinu, sum skal nýtast í menningini.

 

“Verkætlanin er byrjað, og vit vænta at fyrsta maskinan til handilsliga nýtslu verður latin í 2024,” sigur Bjarne Foldager, sum er leiðari á tvey-takts deildini hjá MAN Energy Solutions.

 

Eindin verður áhaldandi ment, og tí er ongin keypsordri enn upp á ammoniakkriknu maskinuna, men felagið hevur fleiri samstarvsavtalur, sum sambært Foldager saktans kunnu gerast til meira enn bara eina samstarvsavtalu.

 

Hann sær fyri sær, at fyrstu maskinurnar verða latnar handilsskipum heldur enn ferjum og reikferðaskipum.

 

Og tað eru framvegis nógvar avbjóðingar, sum skulu loysast, áðrenn fyrsta maskinan kann setast í eitt skip, millum annað skulu trygdarskipanirnar vera í lagi.

 

At enda – og ikki minst, skal burðardygg ammoniakk-framleiðsla verður sett í verk.

 

Kelda: Maritimedanmark og TradeWinds