Mátti bakka aftur til kai

Ein útróðrarbátur í Thyborøn, sum júst var á veg úr havnini hósmorgunin
mátti bakka aftur til bryggju, tí roykur kom úr  maskinrúminum og
neyðugt var at boðsenda sløkkiliðinum í býnum, ið basti eldin, skrivar
sandportal.fo.



Eitt battarí var orsøkin til eldin men tað stóðst ikki stóri skaði av eldinum í maskinrúminum.





Gott 18 metur langi træbáturin er bygdur í 1968 hjá Hans Svendsen,
skipsbyggjara í Hirtshals. Seinni varð báturin  gjørdur um at fiska við
troli.