Milliardafundur á havbotninum við Svalbard


















Granskarar á NTNU
(Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet) hava funnið stórar mongdir av
mineralum á havbotninum uttanfyri Svalbard, sambært norska TV2. Talan er um
millum annað kopar, sink, gull og silvur.



 



- Gjøgnum sprungur í jarðarskorpuni eru mineralini komin við
vatni upp úr jørðini, sigur Egil Tjåland, instituttleiðari á Instituttinum fyri
Geovísindi og Petroleum við NTNU.



 



Ein fyribils útrokning vísir, at talan er um virði fyri
1.000 milliardir norskar krónur, sigur Tjåland. Hann leggur dent á, at metingin
er óviss, men at túsund milliardir er kanska í minna lagi.



 



Nýggj olja?



Norska TV2 skrivar, at mineralfundurin kann gerast eitt
týdningarmikið íkast til grøna skiftið og kann geva norðmonnum eitt nýtt
ídnaðarævintýr í norði, hóast skil má fáast á nógvum, áðrenn ídnaðurin kann
byrja.



 



Norska stjórnin legði í 2018 fram lógaruppskot um, hvussu tú
skalt reka mineralídnað á norska landgrunninum.



 



Kelda: Skipsrevyen