Mowi letur smíða nýtt skip til avlúsing

Risastóra norska alifyritøkan, Mowi, boðar frá, at felagið fer at lata smíða eitt 35 metrar langt skip, útgjørt við nýggjastu tøknini at avlúsa við.

 

Avtalan er gjørd millum Inverlussa Marine Services og Mowi Scotland. Skipið veður útgjørt við Thermolicer-eindum og skal ætlandi handast eigarunum seinni í ár.

 

Nýggja skipið til avlúsing verður 35 metrar langt og 14 metrar breitt. Nauplius Workboats í Holland smíðar skipið saman við Inverlussa Marine Services.

 

Avlúsingarskipið verður útgjørt við tveimum trídupultum Stranda Prolog vakuumtanga-fiskaleveringsskipanum og einari dupultlinju við Thermiolicer, sum Scale AQ hevur sniðgivið.

 

Aftrat hesum koma millum annað oksygengeneratorar og ein UV-vatnviðgerðarskipan.

 

Skipið skal útfylla allan tann tørv, sum fyritøkan hevur í Skotlandi, skrivar Skipsrevyen.

 

Kelda: Skipsrevyen