Navnanevndin er nú sett


















Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði
heldur fram sum formaður í Navnanevndini.



Navnanevndin
varð seinast vald 1. februar í 2014 og skal sambært lógini setast av nýggjum
fimta hvørt ár. Tað er landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, sum
formliga setur umboðini í nevndini.



Í
Navnanevndini sita tríggir limir og tríggir varalimir, valdir soleiðis:
Formaðurin í nevndini, sum skal vera málfrøðingur, verður valdur eftir tilmæli
frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Prestafelag Føroya og
Mentamálaráðið mæla til hvør sín lim og varalim.



Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett hesar limir í
Navnanevndina:  





Uppgávan
hjá nevndini er at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann
javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a.



Nevndin
skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari
hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á
navnalistanum, kunnu góðkennast.