Nógv færri skip søkka á heimshøvunum


















Talið á skipum, ið søkka av vanlukkum, minkar í
stórum. Í fjør var talið av skipbrotum metlágt. Tað vísir ein uppgerð, sum
tryggingarfelagið, Allianz, hevur gjørt. Ein fjórðingur av skipunum søkkur í
einum ávísum øki.



 



Í 2018 sukku í
alt 46 skip á heimsin høvum, og tað var helvtina minni enn árið fyri, vísir ein
uppgerð hjá tryggingarfelagnum, Allianz.



 



Árið fyrr var
talið á skipum, ið sukku, 98, og í 2000 sukku ikki færri enn 207 skip.



 



Tað er samstundis
55 prosent lægri enn 10 ára miðaltalið uppá 104 skip, skrivar Allianz, sum
vísir á “hepnar umstøður” og sum heild betri trygd til sjós sum høvuðsgrundir
til jaligu gongdina.



 



- Betri
skipasnið, tøkni, strangari reglur og stýriskipanir umborð hava eisini forðað
fyri størri vanlukkum, verður sagt í frágreiðingini hjá Allianz.



 



Ímeðan samlaða
talið av skipbrotum sum heild er metlágt, henda flestu skipbrotini serliga í
einum ávísum øki, nevniliga í “nýggja Bermuda-trýhyrninginum” millum
Filipsoyggjar, Indonesa og Suðurkina. Í fjør sakk ein fjórðingur av øllum
skipum, sum sukku hetta árið, nevniliga 12 skip, í nýggja Bermuda-trýhyrninginum.



 



Kelda:
Shippingwatch