Nógvir føroyingar missa passið burtur

Ongi tøl eru tøk fyri, hvussu nógv pass verða burturmist í Føroyum um árið. 

Tó er greitt, at talan er ikki um so fá. 

Sambært løgregluni vóru meira enn 120 pass skrásett sum burturmist í fjør - bara í Streymoynni, Norðoyggjum og Sandoynni. 

Tølini fyri Eysturoynna, Vágar og Suðuroynna fyriliggja ikki enn. 

Í flestu førum misløgd 

John Martin Olsen, økisleiðari í miðøkinum, sigur, at talan aloftast er um pass, ið eru misløgd ella løgd burtur onkunstaðnis, har eigararnir ikki finna tey aftur. 

Talan er í flestu førum um fólk, sum ikki ferðast ofta. 

Tey skulu skriva undir eina váttan um, at passið er burtur, fyri at kunna fáa nýtt pass. 

At fáa eitt nýtt pass tekur vanliga millum tvær og tríggjar vikur. Passini verða gjørd í Danmark. 

Standa sum Kánus 

- Sostatt ræður um í góðari tíð undan fráferðini at tryggja sær, at passið antin er til ella horvið, so ein ikki stendur sum Kánus fráfaringardagin, sigur John Martin Olsen. 

Kemur burturmista passið afturíaftur, og eigarin hevur fingið útflýggjað nýtt pass, skal gamla passið last inn til løgregluna. 

Hóast talið á burturmistum passum í Føroyum kanska liggur um hálvtannaðhundrað tilsamans um árið, er tað lutfalsliga lítið samanborið við í Danmark. 

Danir upp aftur verri 

Har boðaðu sløk 35.000 fólk løgregluna frá í fjør, at pass teirra var stolið ella horvið, vísa tøl frá Ríkispolitinum. 

Árið fyri vóru stívliga 36.000 eintøk, sum vóru burtur. 

Talið á horvnum passum í Danmark er nærum tvífaldað seinastu 10 árini. Vøksturin er somikið stórur, at framsøgumaðurin hjá teimum konservativu í rættarmálum, Tom Benhke, hevur kravt eina frágreiðing. 

Bæði SF og Konservativu eru vísir í, at ein partur av passunum hvørva í svartabørshandli. 

Síðsta vikuskiftið kom fram, at tvey av ferðafólkunum, ið vóru umborð á horvna malaysiska flogfarinum til Beijing, vóru komin umborð við stolnum passum. Annað var á veg til Danmarkar. 

Ongi tøl tøk 

John Martin Olsen, økisleiðari á løgreglustøðini í Havn, kann ikki upp á standandi fót siga, um tey eisini fáa fráboðanir um stolin pass. 

- Tað fái eg tíverri hvørki vátta ella avsanna í dag, tí tað krevur nakrar dagar at kanna hatta, sigur hann. 

Í Danmark er eisini komið fram, at nógv pass hvørva, tá tey verða send við postinum sum vanligur brævapostur. 

185 pass hvurvu á henda hátt í Danmark í fjør. Árið fyri var talan um 163 pass, sum ongantíð komu fram til móttakaran. 

Hetta hendir eisini í Føroyum. 

- Ja, hetta kemur meira enn so fyri í Føroyum eisini. Tað er als ikki nakað ókent fyribrigdi hjá okkum, váttar John Martin Olsen, uttan tó at kunna seta nøkur tøl á.