Norsk fregatt verður seld til upphøggingar


















Norska stjórnin noktar at umvæla fregattina, Helge
Ingstad, eftir skipbrotið í fjør. Mett verður, at tað fer at kosta millum 12 og
14 milliardir norskar krónur at seta fregattina í upprunaligan stand, og tá er
bíligari at keypa eina nýggja.



 



Avgerðin hjá
norsku stjórnini byggir á eina støðumeting hjá Forsvarsmateriell, sum metir kostnaðin
fyri at umvæla fregattina til millum 12 og 14 milliardir norskar krónur.
Samstundis knýtir ein ávís óvissa seg til umvælingina.



 



- Skipbrotið hjá
Helge Ingstad hevur stórar avleiðingar fyri norsku verjuna. Vit hava stór
havøki og eina langa strandarlinju. Gott eftirlit á sjónum er ómetaliga
týdningarmikið fyri landið, sigur norski verjumálaráðharrin, Frank
Bakke-Jensen.



 



Hann hevur biðið
verjuovastan um eitt “fak-hernaðarlig ráð um, hvussu operasjónella orkan kann
endurvinnast.”



 



Roknað verður
við, at ein nýggj fregatt fer at kosta einar 11-13 milliardir norskar krónur.




Kelda: Maritime Danmark/NRK