Nú verður søkt eftir trimum stjórum til Sjúkrahúsverk Føroya


















Størvini sum sjúkrahússtjórar á
Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi verða hervið
lýst leys til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. august 2019.
Sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum verður eisini forstjóri fyri Sjúkrahúsverk
Føroya.



Freistin
at søkja er 23. apríl.



Fyri at
tryggja, at samlaða føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og
virkislig eind, tók landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum í 2017
avgerð um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har
sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri.



Bygnaðurin
er sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri
fyri alt sjúkrahúsverkið, og tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu
lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið.
Stjóratoymið ger sínámillum greitt ábyrgdarbýti.



Heilsu-
og innlendismálaráðið søkir tríggjar stjórar, sum eru dugnaligir at taka
avgerðir og tola trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Tað hevur
stóran týdning, at tey, ið sett verða, hava hug og evni at verða andlitið
úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um setningin hjá
sjúkrahúsverkinum.



Stjórarnir
skulu vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda
innan leiðslu og skipað góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking.



Dentur
verður lagdur á eginleikan at evna handfaringina av sera fjøltáttaðum
virkisøkjum, har mótsetningar tíðum eru millum vaksandi krøv og avmarkað
tilfeingi. Sjúkrahússtjórarnir skulu vera førir fyri at taka neyðugar avgerðir,
sum laga organisatiónina til framtíðina.



Væntað
verður, at sjúkrahússtjórarnir hava royndir við at handfara truplar støður. Tað
hevur týdning, at stjórin er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan
leiklut í fíggjar- og málstýring á sjúkrahúsinum.