Null-útlát: Tú mást trúgva málinum fyri at røkka tí

Egil Hystad í stóru finsku verksmiðjuni, Wärtsilä, vísir á høvuðslinjurnar í ZEEDS-ætlanini í samrøðu við norska miðilin,
Skipsrevyen. Málið er at granska í skjótasta vegnum til null-útlát innan skipaferðslu.



ZEEDS stendur fyri Zero
Emmission Energy Distribution at Sea, og tað er
Wärtsilä, sum er stigtakari til ætlanina. Saman við fleiri samstarvsfeløgum sum
Equinor, Kværner, Aker Solutions, Grieg Star og DFDS miðar
Wärtsilä ímóti at menna eitt nýtt undirstøðukervi fyri umhvørvisvinarligt
brennievni fyri skip.



- Hetta er ein veldug
uppgáva, sum vit ikki kunnu gera einsamøll, so vit settu okkum í samvand við
ymisk feløg fyri at fáa útspøl frá teimum og tosa aftur og fram við tey um
møguligar loysnir, sigur Egil Hystad.



- Einasta skilagóða málið
er at røkka null-útláti – stundir eru ikki til nakra millumloysn, um vit skulu
røkka 2050-málið hjá IMO áðrenn 2050, sigur hann.



Hann vísir á, at feløgini
higartil hava verið á 1. stigi í ætlanini, sum hevur snúð seg um sjálva
ætlanarorðingina.  Nú verður farið inn í
2. stig. Hetta næsta stigið snýr seg um at finna- og skapa sløg av samstarvi og
royna ætlanina við pilotroyndum.



- Og har eru nógvar royndir
partar, sum fegnir vilja vera við, endar Egil Hystad.



 



Kelda: Skipsrevyen