Nýggjur risakrani á veg til Danmarkar


















Farmaskipið, Wiebke, er í løtuni á veg úr Kina til
Danmarkar við einum veldugum risa-kranabummi til eitt av skipunum hjá Swire
Blue Oceans, Pacific Osprey. Wiebke fór úr Penglai hin 22. januar og væntar at
koma til Danmarkar umleið 1. mars.



 



Pacific Osprey
varð latið eigarunum í 2012, og hann er útgjørdur við einum høvuðskrana við
einari orku uppá 1.200 MT. Kranin hevur eitt ummál uppá 31 metrar og ein krók,
sum er 97 metrar yvir dekkinum. Kranin varð smíðaður til íseting av fundamentum
og vindmyllum.



 



Tann 115 metrar
langi og nýggi bummurin er gjørdur til ísetan av vindmyllum og økir
plaseringina av krókinum við 30 metrum til 132 metrar yvir dekkinum.



 



Havvindmyllur
vera bara størri og størri, og uppdateraði kranin ger tað møguligt hjá Pacific
Osprey at fylgja við menningini á frálands marknaðinum.



 



Swire Blue Oceans
roknar við, at Pacific Osprey aftur er í arbeiði - við nýggja krananum - frá 1.
mai.



 



Kelda: Maritime Danmark