Nýggjur Tyra-framleiðslupallur á 8.700 fjórðingar ferð

Total Energies EP Danmark og samstarvsfelagarnir í “Dansk Undergrunds Consortium – Noreco og Norðsjóvargrunninum” boða frá væl eydnaðari fráferð hjá nýggja Tyra II-framleiðslupallinum.

 

Klokkan 10.15 í gjár danska tíð byrjaði 17.000 tons tung framleiðslu-luteindin ferð sína frá McDermotts-skipasmiðjuni í Batam, Indonesia við flutningsskipinum GPI Emerald.

 

Framleiðslupallurin hevur verið í gerð síðan oktober 2018, og meira enn 18,8 milliónir arbeiðstímar eru nýttir at smíða pallin.

 

Langa ferðin úr Ásia til danska  Norðsjógvin fer at taka einar 30 dagar, og skipið fer at ferma pallin gjøgnum Suezveitina, har skipið tekur eyka ballast umborð til tess at toppurin á pallinum kann flytast undir brúnna.

 

Tá pallurin kemur til Tyra-økið, verður hann lyftur upp á pláss. Hetta er hin seinasti av átta pallum, sum skulu virka sum knútapunkt hjá Danmark fyri natúrgassframleiðslu – Tyra II.

 

Orsaka av tyngdini er tað bara eitt kranafar í heiminum, sum er ført fyri at lyfta hesa luteindina, og tað er “Sleipnir” hjá Heerema Marine Contractors.

 

Kelda: Søfart