Nýsæland umhugsar at krevja lossingarfólk at koppseta seg

Stjórnin í Nýsælandi umhugsar at seta í gildi krav um, at havnararbeiðarar í landinum skulu koppast móti Covid-19.

 

Orsøkin er óttin fyri, at ein nýggj koronualda fer at raka búskapin hart. Haraftrat hevur tað víst seg, at undirtøkan millum havnararbeiðarar fyri at koppseta seg hevur verið serliga lítil samanborið við restina av íbúgvunum í Nýsælandi.

 

Tað er Splash247, sum hevur tíðindini eftir at hava hoyrt eina samrøðu við nýsælendska fiskimálaráðharran í einum útvarpi í landinum fyrr í vikuni.

 

Í samrøðuni við David Parker, sum nýsælendski fiskimálaráðharrin eitur, varð spurt, um tað skuldi verið eitt størri krav at koppsetast fyri á tann hátt at tryggja, at størri partur av lossingarfólkunum í landinum verður koppsett.

 

- Vit umhugsa, um vit skulu seta í gildi krøv fyri nøkur teirra, sum arbeiða í havnunum, svaraði hann.

 

Haraftrat segði heilsumálaráðharrin í landinum, Chris Hipkins, fyrr í farnu viku, at stjórnin verri enn so er nøgd við talið á koppsettum millum mongu lossingarfólkini í landinum.

 

Í farnu viku vórðu tvey útlendsk sjófólk eisini staðfest við Covid-19, tá tey komu til Auckland. Í tí sambandinum funnu myndugleikarnir útav, at trý arbeiðsfólk á havnarøkinum aftrat høvdu Covid-19, og tað vóru útlendsku sjófólkini, sum høvdu borið teimum smittuna.

 

Kelda: Splash247 / Søfart