Nýtt sjóvinnusavn í Norðurnoregi

Eftir fyrireikingar í umleið 30 ár, hava norðmenn tikið nýggja sjóvinnusavnið, Hurtigrutemuseet, í nýtslu. Inni í savninum kanst tú uppliva ein av heimsins størstu savningarlutum.

 

Tað er almenna “Hurtigrutusavnið” á Stokmarknes í Hadsel, sum endiliga stendur liðugt. Og tað var eisini her, ævintýrið byrjaði.

 

Her kanst tú fara umborð á søguligu Skundrutuferjuna, MS Finnmarkan, sum fór av bakkastokki í 1956. Og skipið stendur inni í einari veldugari høll úr glasi – einari montru ella glasskápi.

 

Hugskotið skulu vit finna eini trýati ár afturi í tíð, men grundarsteinurin varð lagdur í 2019.

 

Umframt MS Finnmarken, ber eisini til at síggja stórar partar av DS Finnmarken, sum varð smíðaður í 1912. Hetta skipið varð á sinni selt í pørtum, og ein part hava fyrireikararnir funnið aftur í Hollandi og flutt til Noregs. Til dømis ber til at síggja tónleikasalongina júst soleiðis, sum hon sá út í 1912.

 

Vesterålen kommuna hevur goldið ein stóran part av kostnaðinum, og fíggjarligur stuðul er eisini fingin frá ymsum grunnum og fyritøkum. Almenna norska tjóðsavnið fer at rinda rakstur og tekur sær at atgongumerkjasøluni.

 

Kelda: NRK