Oljuhandlarar raktu blett í 2019


















Heimsins størstu oljuhandlarar høvdu í 2019 eitt
av sínum bestu árum nakrantíð, tá skiftið hjá shippingídnaðinum til
lágsvávulbunkarar góðu luft undir veingirnar, skrivar Shippingwatch. Kelda er Bloomberg.



 



Hjá heimsins
størsu oljuhandlarum sum Vitol og Trafigur var 2019 eitt av bestu árunum í
søguni hjá teimum báðum feløgunum. Eisini feløg sum Shell, Total og BP høvdu
eitt framúr gott ár.



 



- Á einhvønn hátt
var 2019 eitt av teimum alrabestu árunum yvirhøvur hjá orkuídnaðinum, sigur
Marco Dunand, sum er CEO í Mercura Energy Group, eitt av teimum fimm størstu
óheftu oljuhandilsfeløgunum í heiminum.



 



Keldur á
marknaðinum vísa á, at tað var eitt heppið bland av ymsum viðurskiftum, sum
førdu til góðu umstøðurnar.



 



Tað snýr seg
millum annað um ógvusligu broytingarnar á shippingmarknaðinum við altjóða svávulkrøvunum,
sum komu í gildi í ár.



 



Haraftrat
ávirkaðu revsiatgerðirnar hjá USA móti Venesuela nógv, og at ein saudiarabiskur
oljuterminalur varð álopin í september 2019, ávirkaði eisini oljuídnaðin nógv.



 



Kelda:
Shippingwatch