Ongin vandi av innilæstum siglandi loyniferðafólkum

Hóast 12 migrantar nú í tveir mánaðir hava verið umborð á farma- og ferðamannaskipinum Kaunas hjá DFDS, sum siglur millum Turkalands og Ukraina, er ongin vandi fyri hvørki manning ella skipi, sigur stjórin í DFDS, Niels Smedegaard.

Hesum eru tó hvørki ein trygdarserfrøðingur ella stjórin í Søfartens Ledere samdir í.

Trygdarserfrøðingurin Norman Kristiansen, sum er stjóri í Guardian Security Risk Management, heldur, at tey 12 loyniferðafólkini er ein álvarsom hóttan ímóti skipi, manning og ferðafólkum.

"Teir kunnu bróta út úr kømrum sínum. Teir kunnu skapa eina vandamikla støðu á skipinum. Teir kunnu taka ferðafólk sum gíslar í ringasta føri. Teir kunnu fara upp á brúnna. Í roynd og veru kunnu teir ræna skipið. Øllum hesum er vandi fyri," sigur hann við DR Nyheder.

Hann hevur ongantíð hoyrt um, at loyniferðafólk hava fingið loyvi at sigla við einum skipi so leingi, sum galdandi er fyri teir 12 menninar á DFDS-ferjuni.

DFDS eigur at steðga siglingini við ferjuni, mælir eisini fakfelagið hjá donskum yvirmonnum, Søfartens Ledere, til.

"Hetta er álvarsom støða, og eg haldi ikki, at tað er rætt, at teir sigla," sigur Fritz Ganzhorn, stjóri í Søfartens Ledere. Søfartens Ledere hevur ikki sjálvt limir umborð á ferjuni, men metir, at drúgva innilæsingin ger teir 12 persónarnar so hættisligar, at støðan verður ótrygg.

Hetta kann elva til ein trygdartrupulleika umborð fyri bæði manning og ferðafólk.

Men DFDS metir, at núverandi støðan ikki er vandamikil fyri onnur enn tey 12 loyniferðafólkini.

"Eg stúri mest fyri teirra støðu. Eg stúri fyri, hvat teir kunnu finna upp á at gera við hvør annan," sigur Niels Smedegaard, stjóri. Reiðaríð hevur sæð seg noytt til at læsa migrantarnar inni á kømrunum, sveisað rimar fyri vindeyguni og seta trygdarvørðar at verja manningina, ferðafólkini og migrantarnar frá hvør øðrum.

Teir banka fyri at sleppa út, hava gjørt primitiv vápn og hava hótt við at fremja sjálvmorð, eins og teir eisini hava roynt at seta eld á ferjuna. Hvørki Turkaland ella Ukraina vilja taka ímóti monnunum, ið verða hildnir at vera millum 18 og 30 ára gamlir og úr Norðurafrika.

Kelda: soefart.dk