Ongin vil keypa MAN Energy Solutions


















Níggju mánaðar eftir at VW, sum eigur MAN Energy
Solutions, gjørdi av at selja framleiðan av stórum skipamotorum, er framvegis
ikki eydnast at finna ein keypara. 14.000 fólk arbeiða hjá MAN Enrergy Solution,
2.700 í Danmark.



 



VW er viknað av
sonevndu dieselgøluni, har milliónir av dieselbilum hjá VW vórðu útgjørdir við telduforritum,
sum í royndarstøðum fingu tað at síggja út, sum at bilarnir dálka minni, enn
teir í veruleikanum gera.



 



Verksmiðjan er í
ferð við at umstilla alla framleiðsluna til ravmagns-bilar, sum krevur nógvan
kapital. Sum avleiðing selur samtakið alt burturúr, sum ikki hoyrir til sjálvi
kjarnuvirðini, millum annað vil fyritøkan sleppa av við MAN Energy Solutions.



 



Verksmiðjan, sum
framleiðir stórar skipamotorar, og sum hevur røtur sína í Danmark, hevur víst
seg at vera trupul at selja. Fleiri keyparar hava verið inni í myndini, men
ongin vil gjalda ta upphædd, sum VW vil hava.



 



Millum
keypararnar, sum hava samráðst við VW um MAN, eru Cummins Inc. og Mitsubishi
Heavy Industries Ltd.



 



Kelda: Maritime
Danmark