Ongland steðgar Brexit-sáttmála við DFDS


















Bretska ferðslumálaráðið steðgar nú einum sáttmála
við DFDS og Brittany Ferries, sum skuldi tryggja Stórabretlandi lívsneyðugar sendingar,
um so varð, at Bretland fór úr ES uttan eina avtalu.



 



Evstamark fyri
brexit er útsett. Men av tí at hædd ikki var tikin fyri útsetingini í sáttmálanum
við tey bæði reiðaríini, og at tørvur ikki longur er á kapasitetinum, sum var
settur av, er sáttmálin settur úr gildi. Tað skrivar Sky News sambært Søfart.



 



Annars vóru bæði
DFDS og Brittany Ferries tryggjað 245 milliónir krónur í part um so var, at
sáttmálin varð sagdur úr gildi áðrenn tíðina.



 



Sambært Sky News mettu bretsku myndugleikarnir í
februar mánaði, at kostnaðurin fyri at siga upp avtaluna fyri tíð fór at liggja
um 56,6 milliónir pund, sum eru umleið 492 milliónir krónur. Sky News skrivar sambært ónevndum
keldum, at upphæddin endar eini 10 prosent lægri.



 



Kelda: Søfart/Sky
News