Opnir skrubbarar framvegis loyvdir í Danmark


















Meðan ein røð av havnum um allan heim seta bann
fyri nýtslu av opnum skrubbarum í teirra havnum ella firðum, er framvegis loyvt
at lata dálkað vatn frá opnum ella upplatnum skrubbarum í donskum havnum. Felagið
hjá donskum havnum vísir á, at hugt verður í løtuni at hesum málinum, men Donsk
Reiðarí eru sum heild ímóti serreglum í Danmark.



 



Minkingin av
CO2-útláti út í luftina er nógv minka, og ávirkar tískil minni fólk við sjúkum,
sum ikki tola útlátið, ella sum beinleiðis eru vorðin sjúk av útlátinum.



 



Men samstundis er
kikarin nú settur á tað útlátið frá skrubbarum, sum endar á sjónum, og sum
tískil dálkar havumhvørvið. Opnir skrubbarar eru ein stór kelda til dálking av
havninum, tí í staðin fyri at t.d. CO2-útlátið fer við roykinum út í luftina,
endar tað á sjónum.



 



Fleiri lond,
teirra millum Týskland, Noreg og Letland hava bannað útláti av spillvatni í ávísum
havnum og firðum av somu orsøk.



 



Ein frágreiðing
hjá danska Miljøstýrinum sló fast í 2012, at “óvissan um møguliga hækking í
konsentrasjónini av skaðiligum evnum kann vekja stúran upp á longri sikt. Ein
háttur kundi verið bara at loyvt afturlatnum skrubbarum ella lágsvávulinnihaldi
í skipum, tá tey eru í havn.”



 



Kelda: Maritime
Danmark