Ósemja á brúnni: Heavylift-skip rendi á oyðara

Ein  amerikanskur oyðari fekk skaðar fyri milliónir av dollarum, tá eitt heavylift-skip rendi á hann á veg inn í havnina við Huntington Ingalls-skipasmiðjuna í Missisippi. Nú sæst í eini frágreiðing, hví óhappið hendi.

 

Tað var ósemja á brúnni á 64.900 dwt stóra heavylift-skipinum, Hawk, tá tað var á veg inn í havnina við Huntington Ingalls-skipasmiðjuna, lastað við einari flótidokk. Hendingin fór fram 29. mars í fjør.

 

Skiparin, sum hevði tríggjar staðkendar loðsar umborð, ávaraði teir um, at skipið hevði ov langa tíð um at minka ferðina, og hann mælti til at gera tað fyrr.

 

Men loðsarnir lurtaðu ikki. Loðsurin, sum stóð við róðrið, vildi ikki minka ferðina tíðliga, tí hann bar ótta fyri, at stýriferðin (manøvreringsferðin) gjørdist ov lítil. Hann vildi heldur brúka tveir sleipibátar aftanfyri skipið at minka ferðina.

 

Men hann gjørdist ov seinur, og skiparin fekk rætt. Ferðin var ov nógv í havnini, har Hawk fyrst rakti ein prám og síðani oyðaran, USS Delbert D. Black, sum lá við bryggju.

 

Skaðarnir av óhappinum kostaðu umleið 30 milliónir dollarar.

 

Kelda: Maritime Danmark / TradeWinds