Ótti fyri virus heldur meira enn 6000 aftur á reikferðaskipi í Italia


















Illgruni er um, at tvey kinesisk ferðafólk umborð
á reikferðaskipinum, Costa Smeralda, kunnu vera smittað við coronavirusinum.



 



Meira enn 6000
ferðafólk verða hildin aftur á reikferðaskipinum í italska havnarbýnum, Civitavecchia
av somu orsøk.



 



Umborð á Costa
Smeralda, sum Costa Crociere eigur, eru í alt 7000 fólk – við manningini.



 



Heilsustarvsfólk
umborð á skipinum kannaðu eitt kinesiskt par, tí kvinnan hevði fingið fepur. Nú
eru royndirnar sendar til eina starvsstovu til kanningar.



 



Ferðin hjá Costa
Smeralda byrjaði í Savona har norðuri í Italia. Reikferðaskipið hevur á ferðini
verið inni í Marseille, Barselona og Palma de Mallorca, áðrenn tað kom til
Civitavecchia í Italia.



 



Kelda: Søfart