Risastórt kranaskip fingið skaða av ódn

Hvussu stóran skaða , skipið fekk ítøkiliga, er ógreitt enn, men eingi fólk vórðu løstað.

 

Kranaskipið er nærum liðugt smíðað, og handanin skuldi ætlandi vera í hesum hálvárinum. Um skaðarnir fara at seinka handanini, er ógreitt í løtuni.

 

Fyrsta uppgávan hjá skipinum verður at seta upp 277 vindmyllur á Dogger Bank.

 

Hollendska felagið Jan De Nul Group hevur grjørt sáttmála um kranaskipið, sum er útgjørt við einum av heimsins størstu kranum. Hann kann seta upp í 70 metrar høgar vindmyllur upp, og mylluveingir upp á 120 metrar til longdar.

 

Skipið er 181,78 metrar langt – við tyrludekkinum, 60 metrar breitt og 14,6 metrar djúpt. Kranin kann lyfta upp í 3.000 tons, og nýggja kranaskipið kann sigla upp í 11 míl.

 

Kelda: Maritimedanmark