Riva í tannhjóli orsøkin til syrgiliga tyrluvanlukku

Eitt ár eftir norsku tyrluvanlukkuna við Turøy, hevur norska skaðanevndin funnið orsøkina til vanlukkuna. Tað kemur fram í fyribils frágreiðingini hjá norska myndugleikanum um syndarligu vanlukkuna, ið kravdi 13 mannalív.

Kanningin avdúkar, at ein riva í einnum tannhjóli bar í sær eitt møðibrot, ið hevði við sær, at tyrlan misti høvuðsrotorin og datt niður eystanfyri Turøy.

"Møðibrotið hevur elvt til ein lítlan skaða á yvirflatuna ('micro pit'). Orsøkin til, at ein 'micro pit' hendi, og mekanismurnar, sum síðani fingu rivuna at vaksa, er framvegis ikki heilt greið. Tað vil siga, hví og hvussu rivan helt fram við at vaksa undir yvirflatuni.

Kanningin hevur ikki avdúkað feilir við tilfarsgóðskuni ella framleiðslutilgongdini," skrivar skaðanevndin í frágreiðingini.

Tyrlan var av slagnum Super Puma og varð rikin av felagnum CHC Helikopter Service.

Tyrlan var á veg av Gullfaks B til Bergen. Umborð vóru tveir flogskiparar og 11 ferðafólk, sum arbeiddu fyri Statoil. Tey doyðu øll í vanlukkuni.

Skaðanevndin sigur, at vanlukkan líkist nógv eini tyrluvanlukku út fyri skotsku strondini í 2009.

"Skaðanevndin fer at halda fram við kanningum sínum av, hvussu og hví tvær líknandi vanlukkur við nærum eins tyrlum kundu henda við bara sjey ára millumbili," skrivar skaðanevndin.

Vanlukkan bar í sær forboð frá norsku myndugleikunum ímóti at flúgva við hesum slagnum av tyrlum, sum oljufelagið Statoil síðani gavst við at brúka.

Fakfeløgini hjá oljufeløgunum í Norra hava kravt, at flogforboðið verður standandi við.

Skaðanevndin staðfestir í frágreiðingini, at myndugleikin ikki hevur heimild til at taka avgerðir í sambandi við flogforboð ella flogførið hjá tyrluni.

"Hetta er ein ábyrgd, ið áliggur loftferðslumyndugleikunum," verður sagt. Vavið og margfeldið av kanningini ger, at myndugleikin ikki kann áseta ein dag fyri endaligu frágreiðingini.

Kelda shippingwatch.dk