Sáttmálarnir streyma inn til nýtt bátasnið innan aling


















FSV Group og Sletta-Skipasmiðjan hava gjørt
sáttmála um eitt nýtt 27 metrar langt farma- og tænastuskip. Skipið er sama
slag sum NB 183, sum sáttmáli varð gjørdur um í september 2019.



 



Skipið, sum er
serliga ment og framleitt til farma-, sleipi- og tænastuuppgávur í alingini,
hevur FSV Group og Solstrand Trading staðið fyri.



 



Við nýggja
skipasniðinum er stórur dentur lagdur á meira kapasitet og at taka í nýtslu
nýggja og framkomna útgerð, framkomnar skipanir og loysnir at tryggja
effektivitet umborð.



 



Nýggja
skipasniðið varð teknað í Molde í 2011.



 



Felagið hevur
vónir um stóran vøkstur av flotanum, sum í dag inniheldur 11 skip og ein
lektara. Skipini hava ymiskar uppgávur – til dømis arbeiða tey við sleiping,
farmi, sum hjálparskip til innstallasjónir av ymsum slag, til eftirlitsuppgávur
innan aling, og sum ROV-skip til kavara- og kikarauppgávur.



 



FSV Group, sum
var stovna í Molde í 2011, hevur sum mál at vera millum tey fremstu á
marknaðinum innan tænastufør – serliga í tungum arbeiðsuppgávum.



 



Kelda:
Skipsrevyen