Scandinavian Star: Kanning finst at danska Sjóferðslustýrinum

Í desember í 2020 setti danska stjórnin eina løgfrøðisliga kanning í verk um, hvørt  ferðafólkaferjan Scandinavian Star varð sýnað eftir táverandi reglum, áðrenn hon sigldi úr Frederikshavn. Kanningin er nú liðug.

 

Kanningin er komin til, at Sjóferðslustýrið ikki hevði skipað havnastatseftirlitið soleiðis, at tryggjað eftirlit varð gjørt av ferðafólkaskipum, sum sigldu undir hentleikaflaggi, áðrenn tey vórðu sett í sigling.

 

Kanningin vísir eisini, at Sjóferðslustýrið eftir reglunum kombinerað við kravinum um fullgóða umsiting skuldi gjørt havnastatseftirlit, áðrenn skipið sigldi við ferðafólkum fyrstu ferð í Danmark.

 

Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, setti kanningina í verk í desember 2020 sum eina uttanhýsis kanning av, hvussu reglur og praksis fyri sýni av útlendskum ferðafólkaskipum, sum Scandinavian Star, fór fram í 1990 í ljósinum av eini eyka meting.

 

Endamálið við kanningini var at hjálpa avvarðandi at fáa svar upp á ein spurning, sum tey hava gingið við øll hesi árini síðan vanlukkuna.

 

Vibe Garf Ulfbeck, løgfrøðiligur professari og leiðari á deplinum fyri løgfrøði á Keypmannahavnar Universiteti og Ole Terkelsenm lektari á Århus Universiteti, hava staðið fyri kanningini.

 

Longu í hesi vikuni fer vinnumálaráðharrin at kalla fylgibólkin á fund.

 

Kelda: Maritimedanmark