Seks sjófólk rænd í Guineavíkini

Vápnaðir sjórænarar jagstraðu og gingu uppá eitt fiskiskip umleið 60 fjórðingar sunnanfyri havnina í Cotonou í Benin í farnu viku.

 

So hendi tað aftur. Seks fiskimenn vórðu rændir, og skjóttgangandi báturin við sjórænarum og fiskimonnum er seinast sæddir á veg í nigerianskt sjóøki, upplýsir trygdarfelagið, Dryad.

 

Sambært seinastu frágreiðingini hjá IMB er Guineavíkin framvegis miðdepilin hjá sjórænarum.

 

Í fyrsta ársfjórðingi í 2020 varð boðað frá 21 sjórænaraálopum, sum fyri tað mesta vápnaðir sjórænarar framdu. Teir jagstra skip í skjóttgangandi bátum, og royna at ræna og stjala fyri seinni at kunna krevja loysipening.

 

Tað skrivar Offshore Energy.